Simgolf er innandura golf í Havn við Trackman iO-tøkni. Tú kanst spæla á kendum golfvøllum, trena sløgini ella bara njóta eina hugnaliga løtu saman við vinum – alt árið runt, uttan at verða ávirkaður av veðrinum.
Trackman iO er ein framkomin loysn til innandura golfsimulatorar. Eindin verður fest í loftið og sameinir skanningartól, infrareyða tøkni og framkomna myndatøku fyri at máta bæði bóltin og svingið hjá leikaranum við álítandi úrslitum. Øll dáta verður víst beinanvegin, og tú fært eitt realistiskt yvirlit yvir hvussu tú spælir – bæði tá tú slær bóltin og hvussu køllan svingar
Trackman iO vísir beinleiðis tøl um ferð á bóltinum, snúning og hvussu køllan rakar – fullkomið til bæði hugnaligt spæl og miðvísa venjing.
Loftmonteraða loysnin tryggjar eitt opið og ótarnað gólvrúm, sum ger rørslurnar fríar og spælið ótarnað. Allar neyðugar funkur eru innbygdar, so tú fært eina slætta og professionella uppliving
Vit hava opið:
– Mánadagur – hósdagur: 16:00 - 22:00
– Fríggjadag: 16:00 - 24:00
– Leygardag: 13:00 – 24:00
– Sunnudag: 13:00 – 22:00
–Mánadag-hósdag eftir kl 16: 300kr
–Fríggjadag eftir kl 16 og leygardag/sunnudag: 350kr
Akranesgøta 5, 100 Tórshavn